Ítróttur

Nøkur orð um føroyskan hondbólt

...

2017-09-14 07:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyskur hondbóltur hevur seinastu árini verið í støðugari menning seinastu árini. HSF eigur stórt rós fyri tað, tí tað er eingin ivi um, at leikaramenningin og landsliðsarbeiði eru ein stór orsøk til hesa menning.

Tað hevur eisini gingið sera væl úrslitaliga, serliga seinastu tvey-trý árini. A-landsliðið hjá monnum hava vunnið Emerging Nations Cup tær báðar ferðirnar kappingarnar hava verið, og hava vunnið allar dystirnar í kappingini higartil. Harafturat vann kvinnulandsliði eisini eina slíka kapping. Heilt einastandandi. Og í summar var U21-landsliðið hjá monnum í Algeria har teir vóru fyrsta føroyska landslið, sum leikti seg til eitt HM-endaspæl. Og teir gjørdu so heilt avgjørt ikki okkara vøkru oyggjar fyri skommum. Og so langt burturfrá. Gamaní endaðu teir nr. 15, men teir vóru altso heilt stutt frá at senda fronsku stórfavorittarnar úr kappingini í 1/8-finaluni, og so høvdu teir verið millum átta tey sterkastu í heiminum.

Alt hetta eigur HSF alla rós og æru fyri. Og vónandi heldur hendan menningin fram, tí við menningini, sum hevur verið higartil so kann føroyskur hondbóltur væl náa langt um hon heldur fram. Og við langt tá hugsi eg um EM, HM og OL-kappingar við føroyskum landsliðum, sum ikki einans eru við sum ífylla.

Men vit, sum fylgja nógv við í føroyskum hondbólti vita, at vit eisini hava ein stóran trupulleika. Og tað eru dómarnir. Ikki tí teir so vánaligir, men teir eru so fáir. Og tað hava teir verið í fleiri ár. Leikarnir í bestu deildini hava seinastu 10 árini hava sæð somu 10-12 dómarapørini umaftur og umaftur. Tað er troyttandi og slítandi fyri bæði leikarar og serstakliga fyri dómarar. Pengarnir eru ikki so øgiliga nógvir í at døma føroyskan hondbólt, og tað fer við nógvari tíð. Dómarnir hava familju og daglig størv, og mangan skula teir brúka heilar sunnudagar fleiri vikuskiftir á rað. Eg skilji sera væl, at dómarar ikki tíma at døma ella ikki hava orkuna til at døma. Trupulleikin við fáum dómarum er ikki nýggjur, og HSF hevur roynt ymiskt fyri at fáa nýggjar dómarar. Enn hevur einki riggað.

Tað er ikki bara feløgini, sum eiga ábyrgd av hesum trupulleikanum, og tað er heldur ikki bara HSF, sum eigur ábyrgdina. Feløgini OG HSF saman eiga trupulleikan.

Tá eg sum barn og ungur leikti í Kyndli so var tað ein øgilig dómaramentan. Ungdómurin stóð nærmast í kø fyri at sleppa at døma. Og hyggja vit eftir dómarunum í bestu deildunum seinastu 20-30 árini so sæst eisini, at tað hava verið ómetaliga nógv dómarapør, sum hava havt sín uppruna í Kyndli.

Summi feløg hava kanska ikki orkuna til at gera nakað við at menna dómarar og onnur feløg hava kanska ikki fólkini til tað. Men tað er neyðugt, at vit øll í felag gera nakað við hendan trupulleikan. Tað hevur mangan staðið illa til við dómarum undan kappingini, emn nú haldi eg trupulleikin er so stórur, sum hann ongantíð hevur verið fyrr.

Og hvat kunnu feløgini og HSF so gera fyri at menna dómarar og fáa fleiri dómarar?

Hjá feløgunum haldi eg, at ábyrgdin eigur at liggja í, at venjarnir heilt frá yngru árgangunum eggja leikarnar til at døma heimadystir hjá sínum egna felagið. At hava dómaraskeið er eisini týdningarmikið, og tað átti næstan at verið partur av venjingini í feløgunum at havt dómaraskeið. Um feløgini ikki hava røttu persónarnar til tað so er at heita HSF um hjálp. Eg ivist í øllum førum ikki í, at HSF meira enn fegin vilja hjálpa feløgunum við at skaffa dómarar.

Men størstu ábyrgdina eigur HSF hóast alt. HSF hevur ov góðan hug at leggja alla ábyrgd yvir á feløgini. Men tað hevur stóran týdning, at HSF gongur á odda hesum viðvíkjandi, og ikki krevur at feløgini standa fyri øllum arbeiðnum.

Eg veit, at tað eru nógvir dómarar runt í landinum, sum einki hava ímóti at døma, og sum eisini hava evnini til tað. Eisini havi eg mangan heitt HSF um at fara at eygleiða dómarar í næstbestu deildunum. So síggja tey betri hvørjir dómarar kunna leggjast aftrat bólkinum, sum fyrikemur mær fyri at vera einans fyri útvaldum dómarum. Eisini eru nógvir dómarar, sum ongantíð vera eygleiddir, og tískil heldur ikki vera dømdir, og av tí sama heldur ikki betrast. Við at eygleiða hesar dómarar so kunna teir betri læra, og síðani koma at døma í bestu deildunum. Eisini ber til at eygleiða dómarar, sum kanska ikki skula døma í bestu deildini, men sum fegnir vilja døma í næstbestu deildini, men bara ynskja at gerast betri dómarar.

Seinastu árini hevur verið krav at feløgini í bestu deildunum hava B-dómarar, sum skula kunna avlasta A-dómarnar í einkultum førum. Tað einasta, sum hevur verið krav fyri at gerast B-dómari er at klára eina rennitest. Tað hevur týdning, at teir, sum klára hesa rennitestina ikki bara eru har fyri, at feløgini skula uppfylla krøvini um B-dómarar. Men, at hesir dómarar eisini fáa møguleikan at vísa seg fram. At tað kanska er onkur einkultur, sum bara er har fyri at feløgini klára krøvini er heilt í lagi. Men tað skal og má ikki vera soleiðis, at um øll feløgini hava B-dómarar, at teir so heldur ikki sleppa at døma.

Nú skal kritikkurin av HSF í hesum ikki ljóða sum ein lemjandi kritikkur, tí tað er sum skriva í byrjanini ikki einans HSF, sum eigur ábyrgdina av trupulleikanum. Og HSF ger eisini nógv rætt, og hevur samstundis eisini roynt nógv ymiskt í royndini at fáa fleiri nýggjar dómarar.

Mín meting er, at fyri at fáa ein enda á hesum trupulleikanum so er neyðugt, at vit fyrst hava nokk av dómarum. Tað hevur so við sær, at tað vera fleiri ov vánaligir dómarar. Men um fleiri fáa møguleikan troyttast dómarar ikki sum seinastu árini samstundis, sum tað fer at eggja nýggjum, ungum dómarum at koma uppí dómarafamiljuni. Og á tann hátt so kemur tað at vera ein betring av dómarunum samstundis. Tað kemur at taka nøkur ár. Skula vit hækka um tali av góðum dómarum so er fyrst neyðugt at hækka um tali av dómarum, og síðani at hækka støðið.

Við kvøðu um eitt gott kappingarár

Ásbjørn N. Nattestad

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder