Valevni fyri lista A Tony av Sondum
Nøkur av teimum málunum, sum eg fari at arbeiða fyri.
Mentan:
Fari at arbeiða fyri at varveita tann føroyska bátin, tað nýtist ikki at kosta tað stóra, kommunan kann leggja hølir til. Kommunan eigur fleiri bygningar. Landið og nógvir norðurlenskir grunnar høvdu kunna stuðla við starvsløn til ein svein og ein lærling.
Vit nýtast ikki at bíða til tær størru kommunurnar gera slíkt.
Ferðavinna/vinna:
Tað er ein skomm at man ikki kann fáa ein kaffimunn í Sandavági sum ferðamaður. Kommunan eigur eitt gamalt pakkhús úti á bakka - Hensarsa pakkhús - sum stendur kalt,tómt og myrkt, hetta kundi leigast út, við treytum at tað skuldi verði ein kaffistova.
Ein bátasmiðja hevði eisini verið góð til ferðafólk.
Føroyska rossið hevði eisini fingið mín stuðul. Tað er eisini nakað sum ferðafólki hevði dámt, at roynt eitt føroyskt ross.
Kommunan skal í mest møguligan mun brúka veitarar her frá.Verða arbeiði boðin út skulu tey hava treytir við sær, so sum undir veitarar.
Ella bara biða um tilboð frá teimum sum eru her, um tað eru meir enn ein.
Grótbrotið er planerað - tað kundi verði selt/leiga til smærri vinnuøki.
Grundøki:
Grundøkir skulu altið vera tøk í øllum bygdunum, til tess at vaksa um fólkatalið og harvið inntøkugrundarlagi hjá kommununi.
Skatt/Barnaansingargjald:
Skatturin skal líðandi niður og barnagarðsgjaldið tað sama, so vit gerðast kappingarfør við hinar kommunurnar.
X við lista A Tony av Sondum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald