Ítróttur

Nøkur atgongumerkir eftir ímóti Ungarn

...

2016-08-30 12:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

FSF: Týsdagin í komandi viku spæla Føroyar og Ungarn A-landsdyst á Tórsvølli, og í løtuni eru umleið 200 atgongumerkir eftir til dystin.

Í komandi viku fer føroyska A-landsliðið við monnum undir eina nýggja HM-undankapping, og fyrsta mótstøðuliðið er Ungarn.

Dysturin verður á Tórsvølli týsdagin 6. september klokkan 19:45. Áhugin fyri dystinum er stórur, og higartil eru umleið 4.600 atgongumerkir seld. Men á Tórsvølli er pláss fyri 4.806 áskoðarum, so í løtuni eru eini 200 atgongumerkir eftir.

Atgongumerkir til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Ungarn kunnu keypast her:Atgongumerkjasøla / Føroyar - Ungarn, sept. 2016

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder