Hálvársroknskapurin hjá BankNordik vísir eitt rakstrarúrslit á 101 mió. kr. Hetta er 4 mió. kr. betri enn sama tíðarskeið í fjør. Bankin væntar nú, at raks-trarársúrslitið áðrenn niðurskrivingar verður eitt sindur betri enn upprunaliga væntað.
???Fyrra hálvár royndist væl hjá samtakinum, og vit vænta, at rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar fer at liggja um 160-190 mió. kr. fyri alt árið. Avtøkan av danska vinnukundavirkseminum gongur eftir ætlan, og viðvíkjandi søluni av tryggingarfel-agnum Vørði vantar nú bert góðkenningin frá íslendsku kappingarmyndugleikum, áðrenn sølan kann fremjast???, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Hóast munurin millum inn- og útlánsrentuna gerst alsamt minni, og inntøkurnar frá tænastugjøldum eru nakað lægri samanborið við fyrra hálvár í fjør, so hevur BankNordik lækkað rakstrarútreiðslurnar, eins og færri niðurskrivingar eru á útlánum í tíðarskeiðnum.
Tryggingarvirksemið í Føroyum hilnaðist eisini væl, serliga av tí at lutfalsliga fáir skaðar hava verið. Hálvársúrslitið hjá Trygd áðrenn skatt var 11 mió. kr. saman-borið við 1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
???Vit fegnast um, at vit megna at vísa nøktandi úrslit á øllum økjum, hóast vit seinastu árini hava lækkað renturnar nógv. Árið hevur higartil verið rættiliga hen-dingaríkt, og vit hava m.a. sett nógv nýggj fólk í starv í Føroyum og miðsavnað uppgávur her í landinum. Hetta fer at geva okkum ein effektivari rakstur frameftir, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Ársins fyrstu 6 mánaðir førdi BankNordik niðurskrivingar aftur fyri 4 mió. kr. Sostatt megnar bankin at halda fast um og útinna ein skynsaman og skipaðan kredittpoli-tikk. Síðst í juni tillagaði BankNordik eisini kapitalbygnaðin við at gjalda aftur hybri-dan kjarnukapital og ábyrgdarpening, samstundis sum nýggjur ábyrgdarpeningur varð útgivin. Við hesum fer BankNordik at spara uml. 20 mió. kr. í rentuútreiðslum um árið.
Hálvársroknskapurin í stuttum
- Rakstrarúrslitið er betrað við 4 mió. kr. upp í 101 mió. kr. samanborið við fyrra hálvár 2015.
- Niðurskrivingarnar eru lækkaðar úr 15 mió. kr. fyrra hálvár 2015 til eina af-turføring á 4 mió. kr. fyrra hálvár 2016.
- ??tlán bankans eru lækkað við 1,3 mia. kr. samanborið við fyrra hálvár 2015. Hetta er fyrst og fremst ein avleiðing av avtøkuni av danska vin-nukundavirkseminum.
- Innlán bankans eru økt við 113 mió. kr. samanborið við fyrra hálvár 2015
- Gjaldførið samanborið við lógarkrav er 254%
- Solvensur bankans er 17,1% samanborið við 15,1% fyrra hálvár 2015
Til ber at lesa roknskaparfrágreiðing, børsfráboðan og framløgu áInvestor Relations-síðuokkara, tað sigur bankin í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald