2021-10-18 16:04
Tá starvsfólk í Bústøðum siga, at nýggja stýrið skapar ótta og ófrið, so eiga vit í politisku skipanini at staðfesta, at nokk er nokk. Hetta má loysast beinanvegin, og friður má valda í Bústøðum.
Tað eru stjórin og starvsfólkini, sum skulu arbeiða eftir starvsskipanini. Mótmæla tey, so eiga vit at lurta.
Í fyrsta lagi er tað ein vanlukka, at grundarlagið hjá Bústøðum er broytt til tað verra. Bústaðir skal nú rekast sum eitt "partafelag" við einum høvuðsatliti: Avkasti. Tað er skeivt. Ein bústaður snýr seg ikki um vinnupolitikk, men um sosialpolitikk. Um heim. Um tak yvir høvdið.
Í øðrum lagi hevur persónliga stríðið - nú eisini millum nevnd og starvsfólk - skapt ófrið í gerandisdegnum hjá starvsfólkunum. Hvussu skulu starvsfólkini hugsavna seg um arbeiðið, tá nevnd og stjórn eru so ósamd? Er endamálið at skifta stjóran út? Er tað soleiðis, at arbeiðsfriður verður skaptur?
Tað verður ikki loysnin, tí starvsfólkini sláa nú ring um stjóran, og verður hann útskiftur, so skapar tað enn meira ófrið.
Loysnin er at virða ynskini hjá stjóra og starvsfólkum, tí uttan tey koma vit ikki á mál við høvuðsendamálinum, sum er at byggja fleiri bíligar leigubústaðir til føroyingar.
Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald