Vinna

Nógvur svartkjaftur landaður í Fuglafirði

...

2015-05-14 00:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Nógvur svartkjaftur er hesa vikuna landaður í Fuglafirði.
Atlantsfarið hevur landað til Pelagos, Atlantsfarið hevði júst loyst tá ið henda myndin var tikin í kvøld.
Tróndur landar til Havsbrún og Tummas T. og Finnur Fríði bíða eftir landingartørni.

Á midnátt kemur Fagraberg á Fuglafjørð við uml. 2.200 tonsum av svartkjafti, teir rokna við at landa uml. helmingin til Pelagos og hin helmingin til Havsbrún. Teir byrja at landa til Pelagos beinanvegin teir koma inn. Teir fáa landingartørn til Havsbrún seint leygarkvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder