Vinna

Nógvur makrelur norðanfyri

...

2016-07-28 09:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Havstovan skrivar:

Tóndur í Gøtu er júst liðugur við kanningar av uppsjóvarfiski í føroyskum øki. Fyribilsúrslitini vísa, at nøgdin av makreli er størri í ár enn í fjør. Eisini meira sild varð fingin í føroyskum øki í ár. Veiðan av makreli og sild pr. ½ tíma vísti, at mesti makrelurin stóð norðanfyri og í ein landnyrðing úr Føroyum, og á Íslandsrygginum, meðan sildin var eystan fyri oyggjarnar og í ein útnyrðing móti Íslandi. Fyrivarni skal tó takast fyri, at kanningarøkið ikki er tað sama sum í fjør. Endaligu úrslitini verða tøk, eftir at øll skipini eru liðug við kanningarnar um hálvan august.

Nógvur smáur svartkjaftur stóð spjaddur um alt kanningarøkið. Hetta er fyri tað mesta tvey og trý ára gamal óbúgvin svartkjaftur, umleið 22-24 cm til longdar og vigar knapt 85 g í miðal.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi og Grønlandi. Samlaða nøgdin av makreli, sild og svartkjafti, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi í Bergen um miðjan august.

Les alla frágreiðinginaher.

Jan Arge Jacobsen

26. juli 2016

Veiða pr. hálvan tíma hál (t) av makreli (grønt) og sild (reytt). Støddin á sirklunum vísir samlaðu veiðuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder