JN

Nógvur gróður at síggja fram við landi - myndir

...

2017-06-02 19:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gróðurin á føroyska landgrunninum er byrjaður, men hann kann vera torførur at síggja, av tí at plantuæti er sera smáar verur. I góðveðrinum í dag sást gróður fram við landi sum hvítt skúm. Hesin gróðurin er av slagnumPhaeocystis, sum er ein flagellatur.Phaeocystiser serlig við tað at hon livir í felag, tvs. at fleiri halda saman. Tá nógv er til av hesum slagnum, sæst hetta sum ein hvít skúmrond fram við landi. Hetta plantuætið er vanligt við Føroyar hesa ársins tíð - (Havstovan)

Vit hava í dag tikið fleiri myndir av skúmi fram við landi - í Mykinesi, Vestmannasundi og Vágafirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder