Ítróttur

Nógvir stórdystir í Vágum í dag

...

2016-03-19 10:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tað er bæði fótbóltur og flogbóltur á skránni í Vágum í dag.

Í Sørvági tekur 07 Vestur móti FC Suðuroy í 1. deild hjá monnum í fótbólti. Dysturin byrjar klokkan 15:00.

Eisini eru tveir flogbóltdystir á skránni í Vágum í dag, sum báðir byrja kl 16:30.

Støðan í toppinum hjá kvinnum er sera jøvn undan seinasta umfarinum. Dráttur hevur 42 stig eins og SÍ, meðan Fleyr hevur 40 stig.

Leygardagin møtast SÍ og Fleyr í Sørvági. Vinnur SÍ tbey sett í hesum dystinum, so hava tær tryggjað sær finaluplássið, men um dysturin endar 3-0 ella 3-1 til Fleyr, so er tað Fleyr, sum fer víðari.

Dráttur skal spæla ímóti TB á Giljanesi, og um Dráttur tapir 3-0 og Fleyr vinnur 3-2 á SÍ, so verður tað Dráttur, sum endar á triðja plássi, og sostatt ikki kemur í finaluna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder