2016-07-26 09:54
Á Kósini landar Pison 56.000 pund í dag, meginparturin av veiðuni er svartkalvi.
Líðhamar hevur verið undir Íslandi, teir landa eisini í dag, Líðhamar hevur útvið 40.000 pund av upsa, Norðsøki kemur á Klaksvík seinnapartin, teir hava eisini roynt við Ísland, Norðsøki hevur tað sama sum Líðhamar - útvið 40.000 pund av upsa.
Kvikk, sum eisini hevur roynt við Ísland, kemur á Klaksvík seinnapartin, teir hava 110.000 pund, Kvikk landar í morgin.
Av Kósini verður sagt, at teir koma at arbeiða ólavsøkudagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald