JN

Nógvir japanesarar á Varðanum Pelagic

...

2016-03-03 22:10 Author image
placeholder

Seinastu dagarnir hevur Varðin Pelagic á Tvøroyri framleitt lodnu, sum skipini hava fiska við Ísland og lodnan verður send langt av landið.


Lodnan verður skild millum hannar og honir. Honinar vera í stóran mun seldar til Japan og í tí sambandinum eru tað komnir 6 japanesarar á Varðan Pelagic at fylgja við framleiðsluni.

Tey eru tó ikki nýggj andlit á Varðanum Pelagic, hesir japanesarar hava vent aftur til Varðan Pelagic nú á fjórða ári.

Japanesararnir eru sera væl nøgdir við fiskin teir fáa. Á Varðanum Pelagic er góðskan í hásæti og verður alla tíðina miða eftir at hava so góðan fisk sum gjørligt.

Tann lodnan, sum japanesararnir ikki keypa verður seld til Russlands og Kina.

Kelda: Varðin Pelagic, har myndin eisini er frá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder