
Í Trygd eru tey greið yvir, at vanligi føroyingurin heldur tryggingarviðurskifti vera fløkjasligat fáast við. Av somu orsøk eru fólk ofta ov illa tryggjað. Hetta vil Trygd vera við til atbroyta, og tí bjóðar tryggingarfelagið øllum áhugaðum til kunnandi tiltak á Oknarvegi 5 íHavn hóskvøldið 7. november kl. 20.
???Vit vita, at áhugin fyri tryggingarviðurskiftum sum heild er lítil, og harumframt eru tað nógv, sumhalda evnið vera bæði turrisligt og torgreitt. Hetta hevur við sær, at fólk í nógvum førum ikki vita,hvussu tey eru tryggjað. Og tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri tann einstaka, um viðkomandiikki hevur røttu tryggingarnar, tá ið eitt óhapp hendir. Tí halda vit, at tørvur er á einum slíkumkunnandi tiltaki, har vit tosa um tryggingar á ein einfaldan hátt, sum øll kunnu skilja??? sigur VivianJohansen, deildarleiðari í Trygd.
Eitt vanligt dømi um, at tryggingar fylla lítið í hugaheiminum hjá fólki er, at nógv gloyma at dagføraupphæddina, sum innbúgvið er tryggjað fyri. Hjá teimum flestu hækkar virðið á innbúnum gjøgnumárini, og so hvørt sum nýggir lutir verða keyptir. Tí eigur tryggingin eisini at verða dagførd av og á.Men hetta gloyma fólk ofta, og tað kann tí gerast sera óheppið, um alt innbúgv skal keypast avnýggjum eftir ein stóran skaða.
Á tiltakinum hóskvøldið fer Trygd at greiða frá teimum vanligastu tryggingunum, sum eruviðkomandi fyri tey flestu. Endamálið er at fáa fólk at hugsa um og taka støðu til, um tey eru rætttryggjað.
Framløgur, tónleikur og ábit
Á skránni hóskvøldið eru stuttar og lættar framløgur, og eisini fer ein tannlækni at greiða frá,hvussu ein skal bera seg at, um ein tonn brotnar ella fær skaða. Umframt fakliga innihaldið umtryggingar hevur Trygd lagt seg eftir at geva gestunum eitt hugnaligt kvøld við tónleiki, ábiti ogvinningum. Eisini verður ein gávuposi til tey fyrstu 50, sum koma.
Tiltakið hóskvøldið er eitt gott høvi hjá øllum áhugaðum at fáa yvirlit og kanna, umtryggingarviðurskiftini eru í lagi. Eftir framløgurnar ber til at seta spurningar og tosa viðtryggingarráðgevarnar á staðnum. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.
Tíð: Hóskvøldið 7. november kl. 20
Stað: Oknarvegur 5, Tórshavn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald