Vinna

Nógvi svartkjaftafiskiskapurin er orsøkin til at botnfiskasløgini nærum eru horvin

...

2017-04-13 16:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Íslendska svartkjaftakvotan er økt við 60 prosentum og er nú 260.000 tons. ??ll kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi.

Vit hava tosað við ein skipara, sum heldur, at tað at so nógv skip royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi - russarar, íslendingar og føroyingar, tað hevur ávirkan á at botnfiskafiskiskapurin tey seinastu árini hevur verið so slakur.

Hann sigur, at svartkjafturin er føðin hjá øllum fiskasløgum, sum búleikast úti á kantinum - og sjálvandi ávirkar nógva royndin fiskiskapin har, leggur skiparin aftura - hann sigur eisini, at eingin skilir hví eingin fiskur hevur verið á Føroyaleiðini í nógv ár, tí uppfiskaður er hann ikki, og mestsum eingin roynd er eftir toski, hýsu, upsa  - og friðingar hava vit nokk av - tað heldur skiparin, sum vit hava tosað við.

Til seinast spyr skiparin okkum hví eingin fiskur fæst við Rockáll - hann svarar sjálvur - har liggur sami flotin og fiskar svartkjaft, áðrenn svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv, og tað er helst orsøkin har eisini, segði skiparin.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder