Politikkur

Nógvar útbyggingar framdar

...

2015-08-27 23:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Farna valskeið hava vit í samgonguni funnið pening til eina røð av týdningarmiklum útbyggingum, sum fara at gagna samfelagnum. Hetta hava vit gjørt, samstundis sum vit hava fingið javnvág aftur á fíggjarlógina

Tá politikarar í hesum døgum geva gylt lyftir, er vert at hava í huga, at øll vallyftir skulu rindast av skattaborgaranum.

Í hesi grein vil eg nevna nakrar av teimum útbyggingum, sum vit hava megnað at framt farna valskeið. Sum nevndarlimur í fíggjarnevndini havi eg verið við til at finna pengarnar til hesar verkætlanir, samstundis sum vit hava tálmað vøkstrinum í útreiðslunum.

Tann størsta verkætlanin fer at binda Skálafjørðin saman við miðstaðarøkinum. Skálafjarðartunnilin er eitt stórt frambrot í føroyskari samferðslusøgu, og eg eri errin av, at vit megnaðu at finna eina skilagóða loysn.

Miðnámsskúlarnir hava eisini fingið ein rimmar styrk. Nýggjur skúli verður bygdur í Marknagili, og hann fer at hýsa trimum miðnámsskúlum undir einum taki. Miðnámsskúlin á Kambsdali verður eisini útbygdur fyri eina munandi upphædd, og tað sama við Tekniska skúla í Klaksvík. Hetta fer at tryggja góð hølisviðurskifti til næmingar og lærarar mong ár fram í tíðina. Vit eiga tó at halda áfram við útbyggingum í skúlanum á Kambsdali.

Fróðskaparsetrið er uppraðfest, og vit eiga at gera eina framtíðar ætlan fyri Setrið, soleiðis at okkara ungdómur hevur fleiri ymisk tilboð um útbúgvingar.

Vit hava eisini útbygt Landssjúkrahúsið fyri einar 400 milliónir krónur, soleiðis at meginsjúkrahúsið verður útbygt.

Á tí sosiala økinum eru eisini útbyggingar framdar. Vit hava fingið ein umlættingarstovn í Eysturoynni til børn og ung við fjølbreki. Vit hava fingið vardar bústaðir í Eysturoynni og Klaksvík til fólk við serligum tørvi. ??kisdepil er gjørdur á Sandoynni til fólk við serligum avbjóðingum. Harumframt eru bygdar 16 íbúðir til fólk við sálarsjúku í Havn.

Hetta eru bert nøkur fá dømi um útbyggingar, sum eru framdar farna valskeið. Havast skal í huga, at hóast lyftini eru gylt, so eiga vit at hava tamarhald á útreiðslunum. Vit hava víst, at tað ber til at byggja samfelagið út og samstundis hava tamarhald á útreiðslunum.

Rodmundur Nielsen

Valevni Fólkafloksins???


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder