JN

Nógvar rottur at síggja í haganum

...

2018-01-26 15:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eyðfinn Magnussen skrivar:

Fyrstu upptøkurnar, sum tey sjálvvirkandi myndatólunum frammanfyri harusetrini avdúka, at nógvar rottur eru í haganum.

Á einum av teimum tveimum myndatólum, sum vóru sett upp í Kollafirði 8. oktober, var ein rotta avmyndað um náttina. Hetta vóru einastu myndirnar, sum vóru tiknar í hesum harusetrinum, tí ongar harur vóru at síggja. Hetta er heilt øðrvísi enn í vár, tá harur vórðu avmyndaðar so at siga hvørt døgn í hesum setrinum.

Eisini í haganum í Trongisvági fangaðu myndatólini rottur í haganum. Trý myndatól eru sett upp, á tveimum teirra komu rottur framvið.

So kanska er trupulleikin við rottum, sum ganga í haganum, størri enn vit geva okkum far um.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder