Tað er ikki óhugsandi, at lond sum vit útflyta til, fara at nokta at keypa okkara vørður, um vit ikki eru við í stríðnum móti útláti av vakstarhúsgassum.
IPCC ??? sum er veðurlagsbólkurin hjá ST, er júst komin við fyrsta parti av síni sættu veðurlagsfrágreiðing. Frágreiðingin viðgerð avleiðingarnar sum veðurlagsbroytingar kunnu fáa fyri heimsins samfeløg, og hvussu vit kunnu fyrihalda okkum til hesa støðuna.
Høvuðsboðskapurin í frágreiðingini er, at veðurlagsbroytingarnar eru mannaskaptar, og at vakstrarhúsgass eru høvuðsatvoldin til, at hitin á jørðini hækkar. Frágreiðingin gevur eisini greið boð um, hvat skal til, fyri at bremsa veðurlagsbroytingunum.
Av ræðandi tølum úr frágreiðingini kann nevnast, at hitalagið er hækkað 1,09 stig síðani 1850, og av teimum er útlátið av vakstrarhúsgassum orsøk til 1,07 stig.
Um framtíðarútlitini sigur frágreiðingin, at longu innanfyri næstu 10 árini fara vit uppum málsetningin um, at hitin á jørðini ikki skal hækka meira enn 1,5 stig. Frágreiðingin sigur eisini, at um nøgdin av vakstrarhúsgassum tvífaldast, so kunnu vit rokna við at hitalagið hækkar við trimum stigum.
Høvuðsboðskapurin í frágreiðingini er, at um vit vilja sleppa undan ringastu vanlukkuni, so mugu vit steðga útlátinum nú. Men sjálvt um vit gevast við at leiða vakstrarhúsgass út í atmosferuna, so verður tað sum longu er slept út ikki burtur eftir stuttari tíð, so upphitingin heldur tí fram í eina tíð.
Vit mugu vera við
Hóast Føroyar eru eitt lítið land ??? onkur vildi sagt: ???Sum ein dropi í havinum,??? so eiga vit kortini at gera okkara til, at útlátið av vakstrarhúsgassum minkar, og tað eru nógvar góðar grundir til tað.
Umframt tað sum IPCC nevnir í síni frágreiðing, so kunnu vit vera samd um, at tað er altíð rætt at dálka minst møguligt. Vit eiga eisini at gera okkum leys av innflutninginum av olju, sum kostar føroyska samfelagnum umleið eina milliard krónur um árið. Vit skulu harumframt rokna við, at lond sum vit útflyta til, fara at seta okkum strangari krøv um at minka CO2 útlátið. Gera vit ikki tað, kunnu vit missa tey sum kundar.
Orku- og veðurlagsuppskot í heyst
Eg havi lagt eitt uppskot um orku- og veðurlagspolitikk fyri allar politisku flokkarnar, har málið er at finna eina breiða politiska semju. Eg havi tilvitað ikki gjørt tað sum eitt endaligt uppskot, tí helst skulu allir flokkar saman eiga tað endaliga uppskotið. Lagt er eisini upp til, at ein politiskur fylgibólkur skal arbeiða fyri, at málsetningurin verður fylgdur.
Vónandi taka allir flokkar hetta í størsta álvara, tí Føroyar mugu eisini vera við í hesum arbeiðinum.
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald