2015-01-15 14:39
Strandferðslan hevur í morgun avlýst nógvar túrar. Tað eru sjey bussleiðir, sum ikki koyra í morgun fyri veður, tær eru leið 100, 300, 500, 600, 601, 700 og 701.
Nólsoyarleiðin: Fyri veður siglir Ternan ikki meira í dag. Um viðrar verður siglt túrin av Havnini kl. 22:00 og av Nólsoy kl. 22:20 í kvøld. Eisini hevur Svínoyar - og Fugloyar leiðin avlýst í dag, standur at lesa á ssl.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald