2016-11-05 20:39
Tað er sera nógv virksemi á Fútakletti, har LUNA hevur stórar útbyggingar í gongd og hevur ætlanir um enn størri útbyggingar.
Í løtuni byggja teir eina stóra vatngoymslu, har vatnið skal reinsast fyri at brúkast aftur, eisini eru teir byrjaðir uppá ein stóran skrivstovubygning og harafturat er teir í holt við ein nýggjan ve, sum bæði skal verða nýggjur atkomuvegur og somuleiðis kunna brúkast nýggju høllina, sum ætlanin er at byggja á Fútakletti.
Atli Gregersen, stjórin, er uttanlanda í løtuni, tí bar ikki til at gera viðtalu við hann - um alt sum hendir á Fútakletti í løtuni.
Vit tóku nakrar myndir fyrr í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald