2016-01-01 15:31
Beint eftir midnátt kom eldur í ein húsaklædning á Glyvrum, av eini neyðrakett, sløkkiliðið var skjótt á staðnum og fekk sløkt eldin, upplýsir vakthavandi á løgreglu-støðini fyri JN.fo.
Annars var nógv at gera í náttarlívinum tá tað leið eitt sindur út á náttina. Nógv fólk var í býnum, og fólk blíva ill í sær, tað førdi við sær okkurt harskapmál, sum løgreglan mátti taka sær av, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn við JN.fo í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald