Vinna

Nógv skip bunkra á Fuglafirði

...

2016-08-12 14:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nógv skip bunkra á Fuglafirði, talan er bæði um føroysk og útlendsk skip.

 Tey skipini, ið landa til Havsbrún og Pelagos bunkra tey flestu í Fuglafirði, eisini eru tað nógv russisk skip, sum royna her um leiðir, sum bunkra hjá EFFO í Fuglafirði - í løtuni er 7 russisk skip á listanum, sum skulu bunkra har í nærmastu framtíð.

Oljuskipið Bothnia er á Fuglafirði í dag við gott 7.000 tonsum av olju og í næstu viku kemur aftur eitt skip við olju til EFFO á Fuglafjørð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder