Vinna

Nógv og góð sild at fáa eystanfyri

...

2015-07-16 04:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Næraberg kemur nú inn av 2. sildatúrinum í ár, teir hava uml. 2.500 tons, meginparturin er sild og so eitt sløð av makreli.

Næraberg skal landa í Kollafirði tíðliga í morgin, teir liggja í kvøld eystur úr Nólsoy, har tað seinasta verður arbeitt undan.

JN.fo tosaði við skiparan John Leif Joensen í kvøld, John Leif segði, at tað var nógv sild at síggja eystanfyri, teir hava roynt eystur av Sandoyarbankanum. Sildin teir hava fingið var góð, støddin lá um 330 gramm, hann segði eisini, at teir høvdu eitt sløð av makreli, makrelurin var eisini góður, men hann helt, at makrelurin byrjaði at gerast bleytur - t.v.s. ov feitur.

John Leif segði, at Næraberg nú hevur fiskað sildakvotuna,

Komandi túr verður farið til Eystur-Grønlands at fiska makrel, skiparin roknaði við, at teir loystu aftur leygardagin.

Tað vóru 43 mans við Næraberg hendan túrin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder