Politikkur

Nógv komið burturúr lítlum

...

2016-01-09 18:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á Sandi hava vit farnu seks árini lagt okkum serliga nógv eftir at bøta um trivnaðin og fíggjarligu støðuna í kommununi. Hóast fíggjarliga trongar tíðir hava vit fingið nógv burturúr lítlum.

Trivnaðarøkið:

Barnaansingarøkið hevur verið fyri stórari framgongd á Sandi farnu seks árini. Barnagarðurin hevur fingið virðiligar hølisumstøður, eftir at hava reikað um alla bygdina fyrstu árini. Trivnaðurin í barnagarðinum er í topp sambært trivnaðarkanning gjørd av uttanveltaðum fólkum, millum foreldur og starvsfólk í fjør. Samstarv er fingið í lag við aðrar bygdir um felags barnaansing. Barnaansingargjaldið er lækkað, og vit hava eina tað bestu tænastuna á barnaansingarøkinum í landinum, eitt nú hálvdagspláss, tíðliga opið um morgunin o.a.

Frítíðarskúli er settur á stovn, sum heldur til í Gamla Skúla.

Ungdómshúsið lat upp fyri tveimum árum síðani, og hevur veruliga verið ein gloypibiti hjá teim flestu ungu í bygdini. Tilboðið er ókeypis og gleðiligt er at síggja, at tað legst til við ungum, eisini úr øðrum bygdum.

Tilhaldið ið heldur til í hølunum hjá kommununi, samtyktu vit at seta á stovn, eftir at landið slepti endanum. Hetta er eitt tilboð til eldru borgarar okkara sum er komið fyri at verða, og sum vit gleðast um at síggja okkara eldru taka væl undir við.

Undirhúsið á Munkinum lat upp fyri tveimum vetrum síðani, og hevur hetta tilboðið fingið alstóran týdning millum mennirnar í bygdini, yngri sum eldri. Hugaligt er at síggja, at teir vitjandi verða fleiri og fleiri, sum vitja oftari og oftari.

Trivnaðartiltøkini í kommununi hava rættuliga tikið dyk á seg hesi seks árini. Alt frá Seinsummardøgum, til Heimasandsdagar, til Oktoburhugna, til morgunmatar í kommununi, til Regattahugna, og mong onnur trivnaðartiltøk, ið næstan øll á Sandi og aðrastaðni frá við luttaka í.

Ongin verður gloymdur her er pláss fyri øllum, og tí hava vit arbeitt miðvíst við at gera allar bygningar hjá kommununi atkomiligar fyri rørslutarnaði. Komið verður á mál við hesum í vár.

Fíggjarøkið:

1 januar 2009 skyldaði Sands kommuna uml 27 mió kr netto. Góðar 22 mió kr í bankaskuld, og 4,4 mió kr hjá kredittorum.

1 januar 2016 skyldar Sands kommuna uml 7 mió kr netto. Góðar 14 mió kr í bankaskuld, og hevur um 7 mió kr innistandandi.

Í desembur 2014 fekk kommunan frá Fíggjarmálaráðnum skrivliga at vita, at kommunan skyldaði minni enn eina álíkning. Hetta tal er síðani staðfest til 0,81 av eini álíkning á uml 13 mió kr pr 1 januar 2015.

Við árslok 2015 skyldar Sands kommuna umleið 0,5 álíkning.

Kommunuskatturin er lækkaður annað árið á rað, soleiðis at hann í 2016 verður 22,5%, ein lækking á 1% yvir tvey ár.

Vert er at leggja til merkis, at meðan fíggjarstøðan er so nógv batnað, eru nógvir batar gjørdir í kommununi, sum áður frágreitt frá nøkrum teirra.

Sandingar hava verið ófatuliga tolnir, ágrýtnir, og arbeiðssamir hesi árini, og tí er fíggjarstøðan í Sands kommunu góð í dag.

Afturat tí kemur so, at meirlutin hevur hildin aftur í rakstrinum av kommununi, og staðið stinnir mótvegis trýsti at brúka pengar. Hetta er mátin at fáa yvirskot aftur, at fáa nógv burturúr lítlum, og tað hava vit brúk fyri.

Stórar avbjóðingar fyri framman

Nógv ár við stórari skuld hevur við sær at avbjóðingarnar fyri framman eru stórar.

Vit fara at seta hol á stóra arbeiðið, at leggja spillvatnsleiðingar í kommununi, eitt arbeiði sum tekur nógv ár og krevur nógva fíggjarliga orku framyvir.

Vit fara at asfaltera meginpartin av teimum strekkjum í kommununi, sum hava ligið á láni, meðan fíggjarstøðan var vánalig.

Vit fara at fyrireika útstykking í kommununi, soleiðis at vit verða klár til vaksandi eftirspurning eftir grundstykkjum, nú tunnilin verður veruleiki.

Vit fara at fyrireika eina komandi brandstøð, og royna at fáa í lag millumkommunalt samstarv á tilbúgvingarøkinum, soleiðis at oyggin í felag vónandi kemur at lyfta tað stóru uppgávu, ið nýggja tilbúgvingarlógin áleggur kommunum.

Vit fara at fríðka um í kommununi, og gera tað enn liviligari hjá børnum og barnafamiljum, eitt nú við at gera spælipláss í miðbygdini.

Ábyrgdin fyri tilhaldið er nú farin yvir til ??kistænastuna, og tilhaldið á Sandi heldur áfram óbroytt, tveir dagar um vikuna, í kommunubygninginum hjá Sands kommunu. Harumframt verður skipað fyri tilhald fyri borgarar við øðrum tørvi eina ferð um vikuna.

??kistænastan hevur somuleiðis valt at uppraðfesta tænastuna, og hevur sett meiri orku av til arbeiðið uttanfyri røktarheimini, umframt at øll yvir 75 koma at fáa eina árliga heimavitjan í hesum árinum.

Á Sandi eru vit á rættari kós, bæði hvar viðvíkur trivnaði og á fíggjarliga økinum.

Kommunali búskapurin er seinastu tíðina vaksin sera nógv, og tað er av ómetaliga stórum týdningi fyri framtíðar ættarlið á Sandi, at vit ikki koma okkum í eina fíggjarliga óhaldbæra støðu. Tí mugu vit framhaldandi halda rakstarútreiðslurnar niðri, fyri at hava pening til at fíggja neyðugar batar.

Brandur Sandoy, Borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder