2014-12-09 04:30
Í Miðvági og í MB eru tey rættuliga troytt av áhaldandi herverkum á vøllin og rundan um vøllin á MB-Arena.
Talan um brennimerkir í sjálvt teppið á vøllinum, brend ruskíløt, brotin skeltir,
sum annar skuldi leiðbeint brúkararnar av økinum, skeltini verða skorin brend o.a.
Eisini er herverk gjørt á skiftiskýlini, somuleiðis eru herverk gjørd á reklamur við vøllin - MB-húsið sleppir heldur ikki undan.
Fyri tey sum varða av ítróttarøkinum, bæði við dagligari rudding, fyribyrgjan og røkt annars,
er hettar ein sera hørm støða. Hettar rakar øll í Vága Kommunu, tí her skal havast í huga, at hettar er eitt av størstu spæliplássum í kommununi - saman við ítróttarøkinum í Sandavági,
Vága Kommuna er við til at stuðla hesar stóru og kostnaðarmiklu íløgur, eisini skal havast í huga, tað stóra sjálvboðna arbeiði, sum verður gjørt á økinum.
Løgreglan er kunnað um hendingarnar og nøvn eru eisini nevnd, sigur ein nevndarlimur í MB, sum JN.fo hevur tosað við.
Sí myndirnar niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald