Tá hendan samgongan tók við var Annika Olsen sett sum landsstýriskvinna í almannamálum. Fjølmiðlarnir vóru skjótir at siga, at hetta fór at gerast ein trupul uppgáva.
Tá eg líti afturum og hyggi hvat er komið burtur úr, er rúgvan stór.
Nevnast kann at:
- eldraøki er lagt út til kommunurnar
- eldralóg
- barnaumboðsmaður settur á stovn til tess at verja rættindini hjá børnum
- barnahús sett á stovn, hetta fyri at bøta um hjálpina til børn, ið eru útsett fyri kynsligum harskapi og øðrum harðskapi
- depil til fjølbreka børn og ung bygdur í Runavík
- 16 íbúðir til sálarsjúk bygt í havn
- 12 íbúðir til fólk við menningartarni bygdar í Klaksvík
- 12 íbúðir til fólk við menningartarni bygdar í Runavík
- Fountain húsið arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku
- stuðulsjáttanir til barnabæta
- Berin
- heimlísið og kris
- Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk (rúmligur arbeiðsmarknaður)
- Lóg um endurvenjing.
Fyri at hendan góða gongdin kann halda fram, er neyðugt at velja ein sterkan Fólkaflokk inn á ting.
Gott val!
Trúgvi Gudmundarson, valevni Fólkafloksins???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald