Mentan

Nógv hendir í Tutl á Mentanarnáttini

...

2016-06-03 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fríggjadagin 03. juni er árliga Mentanarnáttin, sum Visit Tórshavn samskipar. Í hesum sambandi hevur Tutl nógv spennandi á skrá.


Orka gevur út sína fimtu útgávu. Hon kallast "Vað" og verður givin út sum LP pláta. Jens L. Thomsen verður at hitta kl. 18:30, har plátan fæst til keyps.

Kl. 19:30 spælir fagotkvartet úr Musikkskúlanum.


Í nógv ár hevur vældámda Vælferðarvísur hjá Kára p verið útseld á LP plátu. Nú verður hon endurútgivin. Kári p spælir tvey løg og verður at hitta kl. 20:30.

Aftaná er føroyskur dansur við Havnar Dansifelag. Hetta er fastur táttur í Tutl á Mentanarnáttini. Fólk eru vælkomin uppí dansin. Føroyski dansurin er kl 21:30.

Seinast á skrá er útgávukonsert við Yggdrasil. Fløgan kallast "Lipet Ei" og hevur 12 skeringar. ??tgávukonsertin verður kl. 22:30. Fløgan fæst til keyps og bólkalimirnir eru prátingarsamir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder