Mentan

Nógv hendir á Býarbókasavninum í hesi vikuni

....

2013-11-12 23:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv

 

Nógv hendir á Býarbókasavninum í hesi vikuni.

Mánadagin byrjar Norðurlendska bókasavnsvikan fyri seytjandu ferð fyri at birta undir upplestur, norðurlendskt frásøgukynstur og bókmentir.

Mikudagin 13. november kl. 13 á barnabókasavninum lesur Hans Tórgarð upp fyri børnunum um Brúsa: Brúsi sigur frá vetrinum.
Aftaná søguna kunnu børnini skriva hvør sítt postkort til onkran í familjuni og posta tað í okkara postkassa, so verður postkortið sent dagin eftir.
Postkortið hevur motiv eftir málningi hjá Esben Hanefelt Kristensen.
Áðrenn børnini fara heim aftur, fáa tey eitt endurskin, so tey kunnu síggjast í myrkrinum. 

Fríggjadagin 15. november kl. 17 er bókaframløga.
Í sambandi við, at Sprotin gevur út yrkingasøvnini: Eg eri næstur eftir Oddfríð Marna Rasmussen og Tú veitst ongantíð eftir Ron Padgett, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt, verður bókaframløga.
Oddfríður fer at lesa upp yrkingar aftur við basspæli frá Agnari Lamhauge, og hann fer at hugleiða eitt sindur um upprunan til bæði søvnini. Eisini ber til at ogna sær eitt signerað eintak av báðum søvnunum.

Leygardagin 16. november kl. 10-14 er spælidagur.
Vit finna borðspølini fram og fara at spæla um alt bókasavnið.
Tað verður ludo, talv, matador v.m.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder