Politikkur

Nógv framt og við spenningi hyggja vit fram

...

2021-08-05 17:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Áólavsøku byrjaði ein nýggj tingseta. Hetta er tann triðja í hesum valskeiði, ið eisini vitnar um, at nú byrjar hetta skeiðið so smátt at halla. Nú skeiðið er hálvrunnið, kann mann hyggja aftureftir og síggja hvat er framt hagartil.

Nógv er longu framt og nevnast kann:

-Nýggja fiskivinnulóggávu, ið hevur skapt støðugari karmar

-Nýggja veiðugjaldslóg, ið leggur upp fyri sveiggjum í fiskaprísi og fiskiskapi

-Føroysk veðurtænasta sett á stovn

-Fólkapensjonistar hava kr. 1.250,- meira at liva fyri um mánaðin

-Lærlingafrádráttur settur á stovn, ið ger tað liviligari og áhugaverdari at vera lærlingur

-Frádráttur til tey, ið virka innan ítrótt hækkaður

-Tunlarnir norður um fjall farnir í gongd

-Fleiri serlæknar settir og fleiri útbúgvingarpláss til yngri læknar

-Játtanin á øllum sjúkrahúsum økt og vera ábøtur og dagføringar gjørdar á øllum trimum sjúkrahúsum

-Barsilsfarloyvi longt 4 vikur, so tað nú er 52 vikur

-Bústaðarpakki á 450 milliónir samtyktur, ið skal nýtast til leiguíbúðir, lestraríbúðir og búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi.

Bert fyri at nevna nøkur mál úr rúgvuni.

Nú eru so aðrir málsetningar, ið skulu røkkast og eru fleiri nevndir í frágreiðing løgmans á ólavsøku.

Samgongan hevur sett sær fyri, at vit skulu stremba eftir at útbúgva eftir tørvinum hjá samfelagnum. Tí er tað gott, at ein alaraútbúgving og ein handverkmeistaraútbúgving verður sett á stovn. Tørvurin á fólkið, ið útbúgva seg sum námsfrøðing, sjúkrarøktarfrøðing, heilsurøktara og hjálpara er stórur. Men áhugin er ikki lítil ??? tvørturímóti. Tað eru langir bíðilistar at sleppa inn á hesar útbúgvingar og er grundarlag fyri at hava fleiri flokkar, enn man hevur í dag.

Í ískoytispartinum til røðu løgmans verður nevnt, at man miðar ímóti at útbúgva fleiri á hesum økjum ??? tað er gott, men hvussu gera vit tað? Skulu vit bara játta fleiri pengar? Ella skulu vit umraðfesta, tá tað kemur til útbúgvingar, og velja okkurt frá? Eg haldi tað seinna.

Vit bjóða nógvar útbúgvingar út á Setrinum. Men í hvønn mun vera hesar veittar út, tí tað er tørvur á teimum í samfelagnum? Er stórur eftirspurningur eftir hesum, ímun til nógv annað? Eru tær alneyðugar at hava, ímun til nógv annað? Eg loyvi mær at ivast, og er neyðugt at fáa svar uppá hetta.

Nógv annað gott og spennandi verður nevnt í løgmansrøðuni. Broytingar viðvíkjandi fólkaskúlanum, broyingar í kringvarpsgjaldinum, broytingar í dagpeningaskipanini so hon fevnir um sjálvstøðug vinnurekandi, fyrisitingarbygningur til Klaksvíkar Sjúkrahús, einskiljingar og nógv annað.

Verður ein spennandi tingseta, har tøk skulu takast, Føroya fólki at frama.

Beinir Johannesen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder