2013-07-27 20:47
Eigararnir av nýggja mykinesbátinum Jósupi, hava lýst við, at teir gera túrar til Koltur. Ikki kann sigast annað, enn at fólk tóku væl ímóti tilboðnum, tí beinanvegin var fullsett til fyrsta túrin, sum er í dag.
Jósup siglir av Miðvági til Koltur og fyrsta túrin vóru 70 ferðafólk við. Í Koltri greiðir Bjørn Patursson frá.
Vit tóku nakrar myndir tá Jósup fór avstað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald