Politikkur

Nógv fólk til landsfundin hjá Fólkaflokkinum

...

2015-11-22 03:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fólkaflokkurin hevur í dag hildið landsfund á ??strøm í Havn. Nógv fólk vóru til fundin - uml. 120 í tali. Fundurin byrjaði við formansfrágreiðing og so høvdu tingfólkini eitt innlegg. Eisini komu fundarfólkini til orðanna, nógv høvdu orið, har tey bæði góðu rós og rís til førda politikkin.

Tað sum lá eftir - eftir fundin - var, at flokkurin skal gera broytingar við bygnaðinum, eisini skal flokkurin longu nú arbeiða fyri at fáa góð úrslit til komandi kommunuval, sum verður áðrenn eitt ár. 

Flokkurin skal verða klárur til eitt komandi løgtingsval, sum fleiri mettu, at kunna koma skjótt.

Eftir fundin var ein góð máltíð at fáa á ??strøm.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder