Ítróttur

Nógv fólk og nógv ross til kappríðing við Leynavatn

...

2015-06-23 01:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árliga kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag við Leynavatn var leygardagin. 40 ross vóru meldaði til og er hetta størsta tilmeldingin í nógv ár. Eisini var fitt av áskoðarunum hendan dagin.

Fyrst var kappast í greinini Skeið, har vann Knút Lútzen á hestinum Mána. Skeiðkappingina vann Regin Johannesen á Gylling, Trav vann sami Knút, eisini saman við Mána.

Tvíspor ung vann Ragnheiður ??lafsdóttir á Brá, Brá hevði næstbestu tíð av øllum hendan dagin, Hjá teimum vaksnu vann Jonita á Plógv Tvíspor ll flokk við Blanku. Fyrsta flokk vann Zacharias R. Jacobsen á hestinum Fúsa.

Myndir eru at síggja her:Myndir - Leynavatn2015

??rslitini eru at síggja her (tekur eina løtu at lata upp):??rslit - Leynavatn 2015

Kelda: ross.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder