2016-05-15 15:22
Tað hava verði sera nógv fólk á Sandoynni um vikuskiftið. Fríggjadagin silgdi Ternan um Skopunarfjørð, nógvar túrar fullfermd, leygardagin kom Teistin aftur í sigling, og flestu túrarnar var teistin fullfermdur av bilum og fólki
Nógv var at fara til á Sandoynni hetta vikuskiiftið.
Í Húsavík vóru djóradagar leygardagin har fleiri enn 400 fólk keyptu atgongumerkið til hugnaliga tiltakið í Húsavík.
Í høllini Inni á Dal skipaði B71 fyri sølustevnu, eisini har vóru nógv fólk leygardagin, sølustevnan er aftur opin í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald