JN

Nógv fólk í býnum í nátt

...

2018-03-31 08:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað vóru nógv fólk í býnum í nátt. Vit tosaðu við vakthavandi á løgreglustøðini í morgun. hann segði at løgreglan hevur havt eitt sindur at gjørt av ymiskum í nátt, meira enn tað plagar at vera eitt vikuskiftið.

Vakthavandi segði, at løgreglan hevur tikið sær av avdotnum fólki, og fingið full fólk heim, og skilt fólk ið eru farin at klandrast, tó uttan at tað hevur verið bardagi har fólk eru komin til skaða.

Løgreglan kannaði eisini bilførarar um teir høvdu drukki, men har var alt í ordan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder