JN

Nógv flest Joensen, Hansen, Jacobsen og Olsen

...

2015-07-24 22:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Nógv flest Joensen, Hansen, Jacobsen og Olsen ??? hóast tey eru fækkandi

Nógv tey mest vanligu eftirnøvn í Føroyum eru enn Joensen, Hansen, Jacobsen og Olsen. Taka vit Petersen, Poulsen og Johannesen aftrat, er tað fjórði hvør føroyingur, ið ber eitt av hesum eftirnøvnum.

Av 30 teim mest nýttu eftirnøvnunum í Føroyum eru tað 24, ið enda við ???sen???. Hini 6 eru Djurhuus, Højgaard, Dam, Hammer, Hentze og Holm.

Tilsamans eru 3.076 ymisk eftirnøvn í Føroyum. Tað eru 1.016 fleiri enn fyri 14 árum síðani.
 


Broytingar eru at síggja, um vit samanbera eftirnøvnini frá 1.1. 2015 við 1.1. 2001. Tí hóast fólkatalið í hesum tíðarskeiði er vaksið við 1.657 fólkum, so eru tað 1.771 færri, ið bera eftirnavn, ið endar við ???sen???.

Hinvegin eru tað eini 600 fleiri við eftirnavni, ið endar við ???son??? og umleið 800 fleiri við eftirnavni, ið endar við ???dóttir???.

Størsti vøksturin, umleið 2.000, er tó við fólki, ið bera onnur eftirnøvn enn tey, ið enda við ???sen???, ???son??? ella ???dóttir???.

Tey flestu av hesum eru eftirnøvn, ið oftast eru eftir staðarnøvnum og enda við á, foss, berg, dal, fjall, líð, stein, stovu, nes, klett, trøð, heyg, vík, tún, gil, bø, garð, skarð, sker o.s.fr.

Nøkur av nýggju eftirnøvnunum stava eisini frá, at síðani 2001 eru tað 550 fleiri føroyingar, ið hava annan ríkisborgaraskap enn danskan.
 


Í hagtalsgrunninum eru talvur við fornøvnum og eftirnøvnum frá 2001 og fram

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder