16.200 ferðandi flugu við Atlantic Airways í januar í ár, og tað er sjey prosent fleiri enn sama mánað í fjør. Eisini hevur satt súlurok verið í kundatænastuni, nú seinasta freist at bíleggja súlu-ferðaseðlar er í dag.
Vøksturin í ferðafólkatalinum heldur fram. 16.200 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í januar, og tað er sjey prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør.
Vøksturin stavar frá øðrum farleiðum enn rutuni til Keypmannahavnar, ið hevði áleið sama ferðafólkatal í januar, sammett við januar í fjør.
Súluskipanin fer nú í søguna, og eru umleið 18.000 einvegis súlu-ferðaseðlar bílagdir seinasta árið. Fyri einum ári síðani varð boðað frá, at Atlantic Airways gevst við súluskipanini, og nú freistin er um at fara, hevur satt súlurok verið í Kundatænastuni. Freistin fyri at bíleggja súluferðaseðlar gongur út í dag.
Í januar varð flogið rættstundis í 84 prosentum av øllum fráferðum ??? t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað er 11 prosentstig betri, sammett við sama mánað í fjør. Reglusemið var 99 prosent.
Atlantic Airways arbeiðir áhaldandi við at fáa fleiri føroyingar og útlendingar á flog og at menna tænastur felagsins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald