2015-09-06 21:18
Klokkan 02.00 í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp var hent uppi við Løgmannabreyt í Havn.
Løgreglan sigur, at bilurin hevði rent á ein lyktarpela. Tað vóru tveir ungir menn í bilinum, og sambært løgregluni var førarin ávirkaður av rúsdrekka, hetta skrivar portal.fo.Menninir rýmdu frá bilinum, men vórðu funnir seinni, og síðani handtiknir. Teir blívu koyrdir til avhoyringar, og løgreglan veit nú at siga, at bilurin, ið ungu menninir koyrdu við, var stjolin.
Harafturat er onkur dottin í nátt og full fólk eru koyrd heim. Tó einki álvarsligt.
Eitt harðskapsmál hendi eisini seint í nátt, har maðurin, ið hevði framt harðskapsmálið, bleiv handtikin.
Í gjárskvøldið visti portal.fo, at siga, at eitt ferðsluóhapp var hent á Vestmannavegnum. Fýra fólk vóru í tí bilinum, tey fingu einki mein av óhappinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald