Ítróttur

NM talv: Tvey umfør eru telvað í dag

...

2017-02-17 21:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

NM-talvkappingin í Drammen í Norra varð skotin í gongd í dag, telvað vórðu tvey umfør.

A-bólkurin: Silas Eyðsteinsson hevur 1 stig og Høgni Egilstoft Nielsen hevur ½ stig

B-bólkurin: Janus Skaale og Kaj Olsen taptu báðir bæði talvini í dag.

C-bólkurin: Leif Reinert Fjallheim hevur eitt stig, ímeðan Suni í Horni Nielsen tapti baði talvini í dag.

D-bólkurin: Benjamin Reinert Fjallheim hevur 1½ stig og Jón í Horni NIelsen hevur ½ stig.

C-bólkurin: Luitjen Akselsson Apol hevur 1 stig og Elias Petersen hevur einki stig.

Í morgin verða eisini tvey umfør telvað.

Sí allar støðurnar á myndunum niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder