JN

Níggju nýggir ph.d.arar í 2014

...

2015-01-15 00:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava níggju føroyingar lokið ph.d. ella annað doktaraprógv í 2014. Seks av hesum verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum.


28. februar 2014 vardi Janna E. Hansen doktararitgerð sína við Aarhus Universitet. Heitið á ritgerðini er: ???Religion og religiøsiet på Færøerne i det 21. århundrede: Betwixt and Between???. Les meiraher

9. mai 2014 vardi Heðin Jacobsen doktararitgerð sína við Universitetet i Oslo. Heitið á ritgerðini er: ???Laparoscopic Roux-en-Y Gastric Bypass - Improving treatment with Fast-Track methodology???. Les meiraher

17. juni 2014 vardi Jan Rasmussen doktararitgerð sína við Københavns Universitet. Verjan var a Landssjúkrahúsinum Heitið á ritgerðini er: ???Primary Carnitine Deficiency in the Faroe Islands - an epidemiological and clinical study???. Les meiraher

30. juni 2014 vardi Tóra Petersen doktararitgerð sína við Syddansk Universitet. Heitið á ritgerðini er: ???Traumatisation in children and adolescents: A broad perspective???. Les meiraher

15. august 2014 vardi Hilmar Simonsen doktararitgerð sína við Fróðskaparsetur Føroya. Heitið á ritgerðini er: ???Acquisition, processing and geologic interpretation of reflection seismic data from high- and low-resolution surveys in the Faroe Islands???. Les meiraher

21. august 2014 vardi Uni Kárason Petersen doktararitgerð sína við Fróðskaparsetur Føroya. Heitið á ritgerðini er: ???Propagation and scattering of reflection seismic waves in a basalt succession???. Les meiraher

Í september 2014 varð doktararitgerðin hjá Jens Christian Svabo Justinussen góðkend á Cambridge University. Hon varð vard á heysti 2013 Heitið á ritgerðini er: ???Sustainable Management - a Question of Time???. Les meiraher

12. september 2014 vardi Agnes Mols Mortensen doktararitgerð sína við University of New Hampshire. Heitið á ritgerðini er: ???The foliose Bangiales (Rhodophyta) in the northern part of the North Atlantic and the relationship with the North Pacific foliose Bangiales - diversity, distribution, phylogeny and phylogeography???. Les meiraher

26. september 2014 vardi Kim Steve Bergkvist doktararitgerð sína við ??lborg Universitet. Heitið á ritgerðini er: ???Gene expression profiling of normal B-cell subsets - Technical procedures and performance???. Les meiraher


Ph.d. lesandi, ph.d.arar og doktarar skrásettir í HeilagrunninumTil ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara íHeilagrunnin. Her eru gott 350 fólk skrásett í løtuni. Av hesum eru umleið 60 skrásett sum ph.d. lesandi, góður helmingurin av teimum arbeiðir burturav ella fyri stóran part í Føroyum.

Saknast onkur ph.d.lesandi, ph.d.ari ella annar í Heilagrunninum ella í yvirlitinum omanfyri, frætta vit fegin á[email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder