Vinna

Niels Pauli og Steintór seldu fyri útvið 1,5 milliónir

...

2015-01-28 22:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Niels Pauli og Steintór hava  gjørt góðan túr, teir hava landað í Hvalba í dag, teir høvdu tilsamans útvið 350-túsund pund, meginparturin av veiðuni var upsi. Teir hava partrolað eystanfyri og byrjaðu túrin 16. januar.

JN.fo tosaði til Hvalbiar fyri løtu síðan, teir meta at veiðan verður seld fyri slakar kr. 1,5 mill.

Niels Pauli og Steintór eru longu farnir nýggjan túr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder