2015-07-16 17:00
Niels Pauli og Steintór brutu túrin av í gjárkvøldið, tí annað skipið fekk trupulleikar við høvuðsmotorinum.
Teir landa í dag, tilsamans hava teir 120.000 pund, meginparturin er svartkalvi, men teir hava eisini eitt sløð av kongafiski. Veiðan verður seld fyri 1,2 milliónir.
Brekið við høvuðsmotorinum skal umvælast hjá MEST í Havn, enn vita teir ikki, hvat tíð tað kemur at taka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald