2013-07-25 15:03
Niels Pauli og Steintór landa í morgun í Hvalba, teir hava tilsamans uml. 125-túsund pund, harav 85-túsund er svartkalvi og 40-túsund er kongafiskur, teir byrjaðu túrin 18. juli og hava roynt sunnanfyri.
Niels Pauli og Steintór fara nú at fiska makrel.
Annars verður sagt úr Hvalba, at har er nógvur mjørki í morgun, ætlanin var at fara á fjall í tveimum høgum, men tað er ikki hugsingur um, sum nú er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald