2017-05-11 18:07
Partrolararnir Niels Pauli og Steintór hava í dag landað á Tvøroyri, teir høvdu tilsamans 120.000 pund.
65.000 pund var upsi, 40.000 pund var svartkalvi og 15.000 pund var kongafiskur.
Niels Pauli og Steintór brutu túrin av, tí teir komu inn til jarðarferð, sum var í Hvalba í dag. Teir tóku fólk við av Havnini í gjárkvøldið, sum skuldu suður at fylgja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald