2015-10-11 19:10
Í gjárskvøldið var ársveitslan hjá 07 Vestur.
Nøkur fólk vóru heiðrað á ársveitsluni, Joan Hovgaard fekk ársins herðaklapp, tað fekk hon serliga fyri innsatsin hon gjørdi í Klaksvík, tá Karl Mouritsen small um.
Beiggin hjá Karl, Niels Mouritsen fekk heiðurin, sum ársins stjørnuskot hjá felagnum. Eisini fekk hann heiðurin, sum ársins spælari í 3. deild.
Holgar Durhuus fekk heiðurin sum ársins toppskjútti í 1. deild, Holgar bleiv eisini valdur til ársins leikara.
Hørður Johansen fekk heiðurin sum ársins toppskjútti í 3. deild.
Eisini fingu nevndarlimir rós fyri sítt arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald