Politikkur

Niðurlagingin av Suðuroyar Sjúkrahúsi skal steðgast

...

2015-08-27 17:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í maj 2015 boðaði Karsten Hansen frá, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi skal stongja tann 1. Januar 2016. Hetta er eftir mínum tykki ein sera illa umhugsa dáragerð av landstýrismanninum. Undan avgerðini hevur málið, onga politiska viðgerð fingið, sum eitt tílíkt stórmál, fyri okkum suðringar, átti at fingið.

Eg kann, sum suðringur og valevni fyri Fólkaflokkin, undir ongum umstøðum góðtaka hesa avgerð. Hetta málið skal takast uppaftur eftir løgtingsvalið og neyðugi peningurin skal játtast, so at føðideildin frammyvir kann vera opin.

Eg haldi sum heild, at Suðuroyar Sjúkrahús skal mennast og umframt at kunna veita grundleggjandi tænastur so vit kunnu føla okkum trygg, eisini kann bjóða ymsar serviðgerðir, ið ikki eru átrokandi. Tað tykist mær sum um tað eru læknarnir á Landssjúkrahúsinum, ið avgera, hvat innihaldið skal vera á smærru sjúkrahúsunum og ikki leiðslan.

Tað má vera politiska skipanin, ið avger um vit skulu hava eitt, tvey ella trý sjúkrahús í Føroyum og síðani skullu leiðslurnar á sjúkrahúsunum fremja politiska viljan. Eisini má politiska skipanin avgera hvørjar funktiónir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi. Tað er ongin orsøk til, at landssjúkrahúsið hevur viðgerð fyri hjartasjúkur, tá viðgerðin frammanundan kann veitast á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Karmarnir og fakligi kunnleikin eru til staðar og dygdin av bygningunum er avbera góð.

Tað, sum hevur størstan týdning er, at vit, sum búgva í seinasta útjaðaranum í Føroyum, kunnu føla okkum trygg við sjúkrahúsverkið, og tað meti eg ikki at vit kunna í dag. Sum støðan er í nú, er hetta eisini ein av orsøkunum til, at barnafamiljur ikki flyta aftur til Suðuroynna.

Um eg verði valdur á ting, vil eg heilhjarta arbeiða fyri hesum, okkara oyggj og fólkinum her býr at frama.

Vel eitt sterkt umboð á ting

Set X við Mortan Vang

Valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið 2015

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder