Onkur vaknaður ?
Nakrir tjóðveldishøvdingar í Norðurøkinum eru nú loksins í 12. tíma vaknaðir við kaldan dreym eftir óteljandi útpurringar, ávaringar og varskó. Mánakvøldið vóru teir í Dagur og Viku og átalaðu fiskivinnuuppskotið hjá samgonguni og tóku frástøðu frá tí. Hesir hava loksins funnið útav nøkrum, sum vit í Fólkaflokkinum hava ávarða ímóti. Enntá segði borgarstjórin á Eiði, at hann føldi tað næstan sum eina skomm at vera tjóðveldismaður.Tað tykist tó sum, at heldur ikki henda útpurringin í 12. tíma fær ovasta høvdingan at vakna úr síni dreymaverð. Hann koyrir víðari við skýklaffum fyri.
??fatiligar avleiðingar
??ll okkara høvuðsvinna, fakfeløg, smiðjur o.a. við tilknýti til fiskivinnuna hava rópt varskó um ætlanirnar hjá landstýrinum. Landsstýrið er í ferð við at knúsa vinnuna í norðurøkinum, fyri at onnur skulu sleppa framat fólksins ogn. Higartil hevur tó ongin áhugi verið hjá øðrum at koma framat. Við fyriliggjandi uppskoti verður heldur ongin áhugi í framtíðini. Kanska onkur spekulantur við skjótt vunnum peningi fyri eyga.
JFK hevur verið alment úti og upplýst, at fiskivinnuppskotið hjá landstýrismanninum kemur at merkja 400 færri arbeiðspláss bara hjá teimum. Aftrat hesum 400 koma so fleiri arbeiðspláss í avleiddum vinnum við tilknýti til skip, bátar og virkir. Tey arbeiðsplássini eru ikki so fá. Við øðrum orðum verður fiskivinnuppskotið ein katastrofa fyri Klaksvik. Tað fer at raka nógv heim. Heim, sum sosialistarnir siga seg umboða.
Vit tosa um útvið 10% av øllum fólkatalinum í Norðoyggjum. Um vit flyta hetta yvir á alt landið, vildið tað svara til uml. 5.000 arbeiðspláss. Hvat hevði hent við Føroyum, um 5.000 arbeiðspláss blivu burtur. Tað hendið í kreppuni í 90-unum við óbótaligum skaða fyri landið.
10% av fólkatalinum er óforkláriligt. Samanbera vit við Eysturoynna, so vildu bæði Bakkafrost og Faroe Origon stongt og sent alt fólkið til hús. Hugsa vit somu avleiðing fyri alt landið, so høvdu 5.000 føroyingar mist arbeiðið. Í dag eru nærum 10.000 í almennum starvi. Vit kunnu ímynda okkum skilið, um Høgni Hoydal legði uppskot fram, sum hevði við sær, at annar hvør í almennum starvi misti arbeiðið 1. januar.
Kann lítið ætla ramaskríggi og ágangin, sum tá hevði verið á Høgna Hoydal og landdstýrið. KVF hevði sent kreppusending í døgndrift.
Er hetta rættvísið, sum lovað bleiv áðrenn valið ?
Landstýrismaður Høgni Hoydal segði í Dagur og Viku, at fyriliggjandi politikkur var tað, sum Tjóðveldi fór til val uppá. Fáur norðanfjørs mundi tó gruna, at úrslitið av politisku dagsskránni hjá Høgna Hoydal og Tjóðveldi fór at merkja miss av hundraðtals arbeiðsplássum í Klaksvík.
Tað mest syndarliga og óskiljandi av øllum er, at landspolitikarnir í samgonguni úr Klaksvík bakka upp um uppskotið og verja tað. Teir siga, at alt skal nokk blíva gott. Tað virkar, sum um tey saman við landstýrismanninum eru betrivitandi. Vinnan og fólkið her duga ikki á at skyna, hvat er gott fyri tey.
Bjargingarmaðurin.
Sum rosinan í pylsuendanum hevur okkara borgarstjóri bjargað samgonguni tvær ferðir innanfyri ein mánaða. Uttan hansara stuðul, so var mest sannlíkt ongin samgonga í dag, tí Sonja Jógvansdóttir stuðlaði ikki samgonguni í fíggarlógini og heldur ikki í pensjónsreforminum. Her kom Jógvan Skorheim inn sum bjargingarmaður.
Var samgongan dottin av í svinginum, so stóðu vit ikki í hesi kreppustøðuni, har øll vinnan stendur bivandi og bíðar eftir hvat fer at henda. Hann hevur hjálpt sosialistisku samgonguni tvørtur um tveir avgerandi stoppprøvar.. Tað er heilt ófatiligt, at borgarstjórin í fiskivinnubýnum Klaksvík er stuðul hjá eini samgongu, hvørs politikkur hevur við sær, at býurin kemur at missa hundraðtals arbeiðspláss. Mest sannlíkt er, at Sonja Jógvansdóttir fer at hjálpa samgonguni við triðja stoppprøvanum, sum er fiskivinnuuppskotið.
Tillagingar
Fólkaflokkurin er til at tosa við um tillagingar/justeringar í fiskivinnuni, men gongur ikki inn fyri hesi kollveltingini hjá samgonguni av okkara høvuðsvinnu. Tað at loyvini ganga út pr. 1. Jan. 2018 er ikki einstýðandi við eina kollvelting. Tjóðveldi brúkar bara hetta søguliga høvið til at kollrenna okkara høvuðsvinnu.
Køva vinnuligt fyritaksemi
Hendan samgongan byggir ikki landið og hevur fleiri ferðir víst, at hon megnar ikki uppgávurnar. Tað verður svangligt og kaldligt, tá hon hevur køvt allan hug til vinnu, tí ongin skal tjena pengar Alt skal í stóra kassa til umfordeiling. Tá verður fátæksligt hjá Aksel, Høgna og Poul at spæla jólamenn og hjá restini at spæla fittar jólanissur. Tá verður neyvan ráð til útdeiling av sangbókum til nýføðingar. Tá fara vit aftur at síggja fólkafráflyting og tjóðveldi kann skjóta ein hvítan píl eftir loysingini og borgarstjórin kann skjóta ein hvítan píl eftir vaktrarpakkanum hjá sær.
Sambandsflokkurin kann í hesum hurlivasanum gleða seg yvir, at so leingi henda samgongan situr, verður onki fullveldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald