Tað var kensluborið at síggja øll skipini á Havnarvág í morgun og stóru mannamúgvuna í og kring Løgtingshúsið.
Eitt væl fyriskipað og virðiligt mótmælistiltak frá einum samfelagsbólki, sum følir seg hóttan av teimum ætlanum, sum samgongan við sínum fiskivinnunýskipanaruppskotið hevur lagt fyri Tingið.
Teirra ótti er væl grundaður. Samgongan ætlar at selja ein part av teirra arbeiðsplássum á uppboðssølu.
Uppskotið er eini greið boð til tær fiskivinnufyritøkur, sum hava verið motorarnir í føroyska búskapinum seinastu árini. Tað sum fyritøkurnar hava gjørt, er ikki gott nokk. Tí skulu 25-30% av veiðirættindunum takast frá tykkum, og bjóðast øðrum. Nøkur av feløgunum, sum hava gjørt tað serliga gott, eru blivin ov stór, og skulu minka.
Hesi feløgini, sum nú skulu revsast, eru tey, sum seinastu árini, hava gjørt íløgur fyri nógvar hundratals milliónir, íløgur, sum hava skapt hundratals arbeiðspláss kring alt landið.
Fyritreytirnar fyri íløgunum vóru teirra lutfallsligi partur av heildarkvotunum. Hesar fortreytir eru broyttar grundleggjandi, nú 25-30% av grundarlagnum verður tikið frá teimum.
Hesar fyritøkurnar skulu minka. Ymiskar grundgevingar eru fyri hesum. Tann mest láturliga grundgevingin er, at fyritøkurnar eru ein hóttan fyri fólkaræðið.
Tað er ringt at fáa eyga á, hvat Hanna, Bjarni og Kristin hava fingið burturúr. Felagið úr Gøtu, Varðin, sum hevur gjørt stórar íløgur á Tvøroyri, skal minka. Takkarlønin er, at 25-30% av uppisjóvarkvotunum skal takast frá teimum og seljast á uppboðið. Felagið gagnnýtir í dag gott 30% av uppisjóvarkvotunum, sum er væl omanfyri ásetta markið á 20%, og kann tí ikki bjóða uppá miðallong- og langtíðarrættindir.
Alt skal endavendast. Teir sum hava gagnnýtt rættindini í Barentshavinum í áratíggir, skulu eisini minka, tí onnur skulu sleppa framat. Vit hava hoyrt hvørjar avleiðingar hetta fær fyri Sjúrðaberg og tess manning.
Størsta avleiðingin verður fyri heimaflotan. Bæði línuskip og trolarar verða munandi verri fyri. ??ll feløgini koma í trupuleikar. Tað er lítið at ivast í, at fleiri skip verða løgd og manningin send til hús.
Rávørutilgongdin til flakavirkini fer eisini at minka, við teirri avleiðing, at færri fólk verða til arbeiðis á virkjunum.
Alt hettar vita tey, sum mótmæltu í Havn í dag.
Vónandi vaknar onkur í samgonguni og steðgar skilaleysu ætlanunum.
Jacob Vestergaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald