Ítróttur

Niðurflytingin staðfest

...

2013-10-07 02:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
07vestur.fo skrivar: Í dag er staðfest, at 07 Vestur verður at síggja í 1. deild komandi ár. Camara legði okkara menn á odda, men NSÍ svaraði aftur, og endaliga úrslitið gjørdist 2-4, sum matematiskt ger yvirlivingina ógjørliga.

Annars hava dreingir okkara stríðst manniliga nógvar teir síðtu dystirnar, kanska burtursæð frá seinna hálvleikí í Gundadali síðsta vikuskifi, sjálvt um tað hevur verið næstan ógjørligt at halda okkum í deildini. Tað krevur mót og vilja.

Tveir dystir eru eftir, AB á heimavølli 20. oktobur, og so KÍ í Klaksvík leygardagin 26. oktobur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder