2019-01-31 12:31

Norðlýsið skrivar:
Fólkakæri sangarin er alt annað enn nøgdur við, at søguligu vunnu rættindini á Flemish Cap seinastu 50 árini, nú verða handlaði av einum "peningagræðum akademiskum fiskimálaráðharra".
Anfinn Nielsen hevur verið fiskimaður alt sítt lív. Hann fór fyrstu ferð til skips í juli mánað 1967 við Stellu Karinu á línuveiðu á Flemish Cap, bert 13 ára gamal.
Á facebook finst hann hvassliga at landsstýrinum um avgerðina at selja ein part av hart vunnu kvotuni á uppboðssølu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald