Vága Bjargingarfelag hevur havt aðalfund í seinastu viku, og bleiv nevndin skipað á nevndarfundi í kvøld.
Formaðurin gjøgnum seinastu árini, Sofía Jacobsen, ynskti ikki afturval sum formaður, men vildi tó halda á fram í nevndini, tað stendur á heimsíðuni hjá bjargingarfelagnum, vbf.fo.
Nýggja nevndin sær nú soleiðis út:
Formaður: Regin Jespersen, Sørvágur
Næstformaður: Hans Jákup Jacobsen, Miðvágur
Kassameistari: Allan Nielsen, Sandavágur
Nevndarlimir:
Dánjal Pauli Poulsen, Sandavágur
Dagfinn Petersen, Miðvágur
Jákup Haraldsen, Sørvágur
Sofía Jacobsen, Sandavágur.
Eg kann eisini kunna um, at VBF sendir í næstum skriv í hvørt hús í Vágum, har víst verður á stóra virksemið hjá VBF og harav stórar útreiðslur til rakstur og dagføringar.
M.a. Hevur VBF sett nýggja høll upp ??? sum VBF fekk ókeypis frá Vága Floghavn - á ídnaðarøkinum, har VBF fekk ókeypis grundøki frá Sørvágs Kommunu.
Nevnast skal eisini, at Vága Kommuna eisini hevur stuðlað og stuðlar VBF.
VBF fekk í 2013 nýggjan bjargingarbát, SVERRI, sum kostar nógvan pening at reka. Bæði Sørvágs Kommuna og Vága Kommuna stuðla við ókeypis bátaplássi.
SVERRI hevur ikki so nógvar inntøkur ??? og skal ein hóast alt verða glaður fyri tað - at ikki er brúk fyri bjargingarbátinum so ofta.
Tað er við frammanfyristandandi, at VBF loyvir sær at biðja vágafólk um stuðul, so at vit kunnu gera høllina lidna og ikki minnst, at vit ikki koma í ta støðu, at SVERRI skal gleppa okkum av hondum.
Vinarlig heilsan
Regin Jespersen
Formaður VBF/Skrivari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald