Vinna

Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur skipað seg

...

2016-04-22 21:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á aðalfundi felagsins tann 21. apríl 2016 stóðu tríggir nevndarlimir fyri valið. Teir vóru Annika Waag, Jákup Egholm Hansen og Jan Müller. 

Á aðalfundinum bjóðaðu sjey valevni seg fram. ??rslitið gjørdist at Karl Birgir Isaksen, Birgir Nielsen og Annika Waag vóru vald inn í nevndina.

 Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Arna D. Brattaberg sum formanni og Ingeborg Godtfred sum næstforkvinnu. 

Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna myndar eisini í nevndina í TF Holding saman við trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum.

 Nevndin í TF Holding verður skipað á sama hátt sum nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder