Vinna

Nevndin í KT-felagnum heldur fram óbroytt

...

2017-03-27 12:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Felagið hevði aðalfund í farnu viku.

Aðalfundurin hjá KT-felagnum varð hildin mikudagin 22. mars.

Í formansfrásøgn felagsins legði formaðurin, Jan Ziskasen, dent á týdningin av at útbyggja føroysku KT-vinnuna. Eitt nú hevur felagið eitt stórt ynski um at fáa KT-verkfrøði útbúgvingina á master støði. Eisini er felagið farið undir árliga tiltakið #Rita1tíma, sum er føroyska útgávan av altjóða tiltakinum Hour of Code, sum snýr um at geva børnum atgongd til at forrita. Men tað, sum hevur stórstan týdning fyri, at KT-vinnan skal víðari mennast, er, at almennu Føroyar keypa føroyskt KT. Í hesum sambandi hevur átakið FøroysKT fylt nógv hetta síðsta árið.

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Fróði Magnussen og Ulla Joensen, umframt Júst í Túni Vang sum tiltakslimur. ??ll vórðu tey afturvald. Í nevndini sita eisini Snæbjørn B. Jacobsen, ??lavur Ellefsen og Jan Ziskasen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder